World Oceans Day

Posted on
World Ocean Day. Vit hava í Føroyum ein fantastiskan heim undir vatnskorpuni. Hesin heimur er so gott sum órørdur og heilt vit kenna nokk øll myndirnar frá Inga Sørensen sum vísa hvussu vakur hesin heimur er. Latið okkum varveita tað soleiðis so vit í framtíðini enn hava ein so vakran heim rundan um okkum. Endamálið við tiltakinum er at fokus verður sett á havið og hvønn týdning tað hevur fyri okkum og hví tað er so umráðandi ikki at beina burturkast í havið. Tórshavnar Froskmannafelag vilja fegin hjálpa eitt sindur til og hevur tú tí tørv á at fáa fløskuna fylta til tiltakið kunnu hesar avleverast í hølunum hjá felagnum dagin fyri og takað vit okkum av at fáa tær fyltar. Brandstøðin hevur sagt ja til at fylla fløskurnar ókeypis til frama fyri tiltakinum. Eisini verður møguleiki at kava frá báti um man ikki hevur roynt hetta fyrr. Báturin hjá Froskmannafelagnum, Njørður, verður nýttur til hettar. Eftir kavið verður suppa frá Birgir Enni at fáa í hølinum hjá Bátafelagnum og eftir hetta ein filmur um kaving. Tiltakið er ókeypis. Dags skráðin: – Møtt verður í Vágsbotni uttanfyri hølini hjá Bátafelagnum kl 17:00. – Her verður greitt frá hvussu vit skipa okkum. – Síðani verður kava í ein tíma og rudda botnin í Vágsbotni fyri fløskur, plastik o.a. (netposar verða givnir til hvønn kavara). – Eftir kavið verður alt skrellið samla saman og mynd verður tikin av tí og latin til World Ocean Day felagsskapin. – Síðan verður fari í hølini hjá Bátafelagnum har suppa frá Birgir Enni verður at fáa. – Eftir suppuna verður filmur at síggja (Diving into the unknown).
Leinkja til filmin ella trailarin 🙂 https://www.youtube.com/watch?v=mEDOeS782rc

http://www.worldoceansday.org

Hvussu vit skipa okkum, tíðspunkt o.a. kemur seinni.