Tekna teg

Bogi Jacobsen tlf 293602 er kassameistari og tú skal skráseta teg hjá honum, um tú vilt gerast limur í Tórshavnar Froskmannafelag.

Limagjaldið er 150 kr um árið og skal gjaldast umvegis peningastovn við fastari flyting, eina ferð um árið.

Tá tú hevur verið í sambandi við kassameistaran, skal tú taka flytingaráheitanina niður, fylla viðkomandi upplýsingar í teigarnar og bera áheitanina í peningastovnin.