Svimjihøllin

Møguleiki er hjá limum felagsins at svimja í svimjihøllini í Gundadali, mikukvøld kl. 20:00 – 22:00.

Frá 2016 leigar felagið høllina alt árið. Tó ikki dagar, tá høllin annars er stongd ella serlig tiltøk eru.

Hesar reglur eru galdandi fyri tey, ið gera nýtslu av Svimjihøllini í Gundadali, sum Tórshavnar Froskmannafelag leigar mikukvøld:

  • Svimjingin er serliga ætlað limunum hjá Tórshavnar Froskmannafelag.
  • Øll sum møta til svimjing, skulu skriva seg á lista við inngongdina til umklæðingarrúmini.
  • Limir kunnu taka gest/familju við í høllina.
  • Limir sum hava gest/familju við í høllina, hava fulla ábyrgd av teimum og skulu hava uppsýn við teimum alla tíðina.
  • Børn ella ung, sum ikki eru saman við vaksnum limi, sleppa ikki inn.
  • Tey, íð hava kavaraútgerð við í høllina, skulu ansa serliga væl eftir at útgerðin ikki ger skaða á gólvið og annað í høllini.
  • Farast skal úr hyljunum í seinasta lagi kl. 21:40.
  • Øll skulu vera úti úr svimjihøllini í seinasta lagi kl. 22:00.