Røkt av útgerð

Skal útgerðin, til eina og hvørja tíð, virka sum hon skal, er tað av týdningi, at tú heldur hana við líka sjálv/ur. Her verður ikki hugsa um tað árliga sýnið, sum skal gerast á kvalifiseraðum verkstaði, men heldur verður greitt eitt sindur frá, hvat tú sum brúkari av útgerðini, kanst gera sjálv/ur.


REGULATORURIN

Regulatorurin eigur at verða skolaður í feskum vatni eftir hvørt kav. Sleppur saltvatnið at torna, krystalliserar tað seg inni í t.d. 2. trininum. Tú kanst leggja hann á blot í eini spann við einum dropa av mildum uppvaski í, í eina nátt. Tá upploysist alt saltið inni í øllum krókunum. Tá tú so tekur regulatorin uppaftur dagin eftir, skal hann skolast sera væl í rennandi vatni. Brúka gjarna eina bleyta uppvaskibust e.l.

GEVIÐ GÆTUR!
Tað er av størsta týdningi, at vatn kemur ikki inn í 1. trinið. So um tú velur møguleikan at legga regulatorin á blot í eini spann, MÁST tú finna onkra loysn, sum tettir fyri holinum í ventilinum. Flestu regulatorar hava hettir at seta fyri, men ansa eftir at hettan eisini er tøtt. Annar møguleiki er at seta regulatorin á fløskuna og seta trýst á, meðan hann liggur á bloti.


FLØSKAN

Fløskuna verður av mongum ikki hugsað so nógv um. Men hon eigur av og á at verða skolað. Rátt verður til onkuntíð at taka gummifótin av fløskuni og skola væl undir honum. Tað er ofta undir fløskufótinum, at rustur fær tak á, tí her sleppur  saltvatnið at liggja og esja.

Ventilurin
Tá vit koma til ventilin, er ikki so nógv man kann gera sjálvur. Ansa eftir at hann er lættur at skrúva frá og fyri, og at hann annars ikki er leysur uppá nakran máta. Hevur tú  reservakrana, mást tú kanna um hann riggar. Kanna hetta javnan.


DRAKTIN

Líkamikið hvat slag av drakt tú hevur, er tað týdningarmikið at skola hana væl. Kanska serliga neoprendraktir, tí saltvatnið hevur lyndi at krystallisera seg “inni” í neopreninum, og verður  draktin harvið stívari at vera í.

Lynlásið
Lýnlásið (á turrdraktum) er eisini nakað, ið ansast má væl eftir. Tað kostar sera nógv at skifta lýnlásið, og skaði á lýnlásið kemur vanliga av feilnýtslu og vánaligum viðlíkahaldi. Tað skal av og á skolast sera væl, og bustast við tannbust e.l. fyri at fáa burtur smálutir, sum kunnu sita millum tenninar. Harafturat skal tað smyrjast. Gníggja parafinvoks e.l. yvir tenninar á lýnlásinum. Nýt so ein hárturkara at hita voksið eitt sindur, so tað smeltar inn ímilllum tenninar. Tá hetta er gjørt, lat so lýnlásið upp og aftur nakrar ferðir, so voksið leggur seg javnt.Til summar draktir fær man silikonespray við, sum skal brúkast til lýnlásið. Tað skalt tú koyra í  skrell. Tú skal ikki brúka tað til lýnlásið í draktini, tí silikonesprayið klistrar, og harvið sleppur  sandur og tari lættliga at festa seg í tenninar. Hetta er ikki serliga klókt, tað má man skilja.  Harafturímóti smyr parafinvoks væl, og tað klistrar ikki. Undir goymslu skal lýnlásið helst vera opið, fyri at fáa útluftað draktina sum best. Men undir  flutningi er best at lýnlásið er afturlatið. Hetta tí at tá tað er afturlatið, er tað nógv sterkari enn tá tað er opið, og harvið ikki brotnar so lætt.

Gummi-manchettir
Gummimanchettirnar eru eisini lutir, sum tú eigur at fara væl um. Hetta eru slitlutir, sum man skal rokna við at skifta út av og á, men við røttu røktini, kunnu tær halda longri. Tá draktin verður skolað, kanst tú vaska manchettirnar við einum sindri av mildari hondsápu. Húðfeitt, sólkrem, parfuma o.s.fr. kunnu seta í gongd eina reaktión á gumminum, sum ger at tað moyrnar skjótari. Tá draktin er turr, eiga allar manchettir at verða pudraðar við talkum, áðrenn hon verður pakkað  niður. Hetta ger eisini sítt til, at manchettirnar halda longri.

Draktventilar
ÚT- og INN-ventilarnir á draktini er ikki nakað serligt tú kanst gera nakað við uttan at skola teir.  Hevur tú varhugan av at okkurt ikki er sum tað skal við ventilunum, skal tú fara á verkstað við draktini.

Goymsla

Hvussu draktin verður goymd, kemur eitt sindur an uppá hvussu nógv pláss man hevur. Draktin kann hanga á einum egnaðum akslatræi, hon eigur at hanga myrkt og kalt. Serliga neoprendraktirnar eiga at hanga uppi, tí tá tær verða rullaðar saman í eina tasku, verður neoprenið “knekkað” á sama stað ferð eftir ferð. Við hesum kann isolatiónevnið á hesum  støðunum fara, tí neoprenið verður pressað saman. Hevur tú ikki møguleika at hanga draktina upp, kanst tú nýta ein stóran ruskposa og sleppa draktina niður í uttan at leggja hana  saman. Harvið koma “knekkini” í ymsastaðni á draktina hvørja  ferð.


VESTURIN

Eisini vesturin skal skolast við feskum vatni, bæði uttan og innan. Summir vestar hava ein propp til endamalið, meðan man á øðrum vestum kann skrúva ein av yvirtryksventilunum av og fylla vatn inn tann vegin. Fyll vestin við einum sindri av vatni, rist vatnið runt inni í honum eina løtu og tøm hann aftur. Ger hetta nakrar ferðir. Tú eigur at gera hetta hvørja ferð, tí undir hvørjum kavi kemur altíð eitt sindur at sjógvi inn í  vestin, sum síðani krystalliserar seg. Saltkrystallini eru sera hvøss, og kunnu sum frálíður gnaga hol á vestin  innanífra. Nýt inflatorslanguna at tøma vatnið úr vestinum við, tá fært tú skolað hana eisini.

Inflatorurin
Hann fært tú ikki gjørt so nógv við sjálv/ur. Skola við feskum vatni og kanna eftir at lutirnir ikki  gerast fastir. Verða teir fastir, kunnu teir loysast við at spraya silikonespray inni í sjálvan  inflatorin. Hetta er ikki nøkur varandi loysn, heldur ein neyðloysn fyri at bjarga einum kavi. Tá  lutirnir treingja til meira enn vanliga reingerð og smyrjing, er nokk frægast at fáa eitt verkstað at hyggja uppá vestin.


SAMANUMTIKIÐ
Sum tit skilja, er FEKST VATN loysnin, tá tað kemur til viðlíkahald. Restin av útgerðini hevur eisini tørv á at verða viðlíkahildin, og tað verður eisini gjørt við, ja gita, FESKUM VATNI. Skuldi tað verið nakað meira krevjandi viðv. viðlíkahaldi og ábótum, eigur tú at fara á verkstað við útgerðini.

Leysliga týtt frá Poseidon service í Noregi (gm)