Lógir

Lógir fyri Tórshavnar Froskmannafelag frá 17.12.1990, seinast broyttar 22.09.2009.

Grein 1. Navn og endamál

Navn felagsins er Tórshavnar Froskmannafelag. Endamál felagsins er sambært stovningarfundin hin 3. august 1957: ”Við sameindum kreftum at granska verðina undir vatnskorpuni”.

Grein 2. Limaskapur

Ein og hvør kann gerast limur í felagnum um nevndin vil, aktivur ella passivur eftir ynski, og hevur hann atkvøðurætt og er valbærur 3 dagar eftir, at ásetta limagjaldið er goldið. Verandi limir, ið skylda limagjald, hava atkvøðurætt og eru valbærir, tá skuldin er goldin. Limarætturin týnist, um limur skyldar limagjald fyri meiri enn eitt ár, ella um hann á annan hátt brýtur felagsskyldur sínar. Nevndin ger av allar spurningar um limarætt – gongur avgerð nevndarinnar limi ímóti, hevur hann rætt til at leggja málið fyri fyrstkomandi aðalfund, ið tekur endaliga avgerð.

Grein 3. Aðalfundur

Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári í september mánaða, og er hann hægsta vald felagsins.

Ársaðalfundur verður hildin við hesi dagsskrá:
1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
2. Ársfrágreiðing formansins.
3. Framløga av granskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Val av nevndarlimum og tveimum grannskoðarum.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Innkomin mál.
7. Ymiskt.

Aðalfundur verður lýstur í almennum lýsingarblaði í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fundin. Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á fundinum, mega vera formanninum í hendi í seinasta lagi 10 dagar áðrenn fundin.

Aðalfundur er altíð viðtøkuførur. Hvør limur hevur eina atkvøðu (tó smb. grein 2). Kann limur av góðum grundum ikki møta til aðalfund, kann hann geva øðrum limi skrivliga fulltrúð við undirskrift, at stemma fyri seg. Aðalfundurin tekur avgerð í hvørjum einstøkum føri, um fulltrúðin verður góðtikin, fyri at hetta ikki verður misnýtt. Atkvøðugreiðsla fer skrivliga fram, og ræður beinleiðis meiriluti, tó krevst 2/3 meiriluti fyri lógarbroytingum.

Eykaaðalfundur verður hildin um nevndin ynskir tað, ella helvtin av limum felagsins skrivliga krevja tað. Á eykaaðalfundi kunnu bert mál, ið standa á fundarskránni, verða viðgjørd.

Grein 4. Nevndin

Felagið verður stjórnað av eini fimm manna nevnd: Formanni, skrivara, kassameistara og tveimum nevndarlimum. Skrivarin er næstformaður. Nevndin skipar seg sjálv innan 14 dagar aftaná aðalfundin. Allir nevndarlimir hava skyldu at møta til nevndar-, aðal- og eykaaðalfund. Formaðurin kann ikki vera passivur limur í felagnum. Formaður og kassameistari skulu vera myndugir.
Nevndarfundur skal verða hildin triðja hvønn mánað, og um tveir av nevndarlimunum ynskja tað.

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða galdandi.

Grein 5. Nevndarval

Nevndarlimur verður valdur fyri tvey ár í senn. Óstøk (líka) árstøl verða tveir nevndarlimir valdir, og støk (ólíka) árstøl verða tríggir valdir. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir. Stendur á jøvnum við nevndarval, verður lutakast.

Grein 6. Gerðabók

Gerðabók skal verða løgd fram á aðalfundi, og annars tá limur ynskir tað. Skrivarin førir gerðabókina aftaná hvønn nevndarfund. Á næsta nevndarfundi verður bókin framløgd og nevndarlimirnir skriva undir. Í gerðabókina verður skrivað allar aðal- og nevndarfundir, samtyktir og avgerðir og annað av týdningi viðvíkjandi virksemið hjá felagnum.

Grein 7. Roknskapur

Kassameistarin hevur ábyrgd av roknskapi felagsins. Roknskaparárið endar 31 august. Kassameistarin skal áðrenn ársaðalfundin leggja grannskoðaðan roknskapin fyri nevndina. Nevndin ger uppskot til eina fíggjarætlan fyri fylgjandi ár, sum verður løgd fyri aðalfundurin til kunningar. Nevndin kann í mesta lagi brúka 15.000 kr til einstakar íløgur, sum ikki eru við í fíggjarætlanini.

Grein 8. Lógarbroytingar

Lógarbroytingar kunnu bert verða framdar á ársaðalfundi, og skulu tær vera kunngjørdar á fundarskránni.

Grein 9. Avtøka

Felagið kann bert verða avtikið, um hesar treytir eru fylgdar:

a) Lýst má verða lógliga til ársaðalfund.
b) Avtøka av felagnum skal vera tilskilað á fundarskránni.
c) 2/3 av øllum limum felagsins skulu vera fyri avtøkuni.
d) Tveir mánaðir eftir aðalfundin skal atkvøðast av nýggjum, og tá krevst í minsta lagið sami meiriluti, sum nevnt í pkt. c.

Verður felagið avtikið, verða allar ognir felagsins latnar til Havnar Bjargingarfelag.