Froskmannafelagið og Kajakfelagið fingið innivist

Posted on

imageTórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum innivist í kommunalu neystunum undir Bakka

– Tað er gleðiligt, at vit í býráðnum í kvøld hava samtykt at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum tak yvir høvdið í kommunalu neystunum undir Bakka út ímóti Tinganesi, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin.

Nú er málið so borið igjøgnum býráðið, sum hevur samtykt at gera leigusáttmála við feløgini. Avtalað er, at feløgini sjálv skipa virksemið á økinum. Herundir skulu tey í felag gera reglur fyri økið og ognirnar innan fyri karmar, sum kommunan ásetir.

– Froskmannafelagið og Kajakfelagið eru ikki húsvill longur, og tí hava tey nú betri umstøður at røkja síni áhugamál. Tey kunnu soleiðis vera við til at fáa meira lívgandi frítíðarvirksemi oman á bryggjukantin, sum skapar góðan trivnað í einum livandi høvuðsstaði, sigur Bogi Andreasen.