Felagsfundur 29/6 kl. 19 úti á Bakka

Posted on

Góðu limir og komandi limir

 

Vit hava seinastu tíðina arbeitt við at fáa felagshølið til okkara virksemið.

Tað er nú blivið til veruleika.

Í hesum sambandið vilja vit bjóða øllum limun  og áhugaðum til ein felagsfund í nýggju hølunum Úti á Bakka.

Ætlanin er at fáa input frá limum og fólki í møta upp. Hvat halda tit skal gerast, og hvat skulu vit ikki gera.image

Nestini

Neystini, ið standa beint við trappuna niðan á Reyn, skulu vera karmar um okkara virksemi frá nú av og frameftir. Vit ynskja at skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri okkara trúgvu og tolnu limum og komandi nýggjum limum.

 

Vit fara at royna at skapa so góðar karmar fyri fólki, ið hava áhuga til sjógvin sum gjørligt. Vit fara saman við Kajakfelagnum, at gera okkara til, at fólk skulu fáa møguleika fyri at gerast limir hjá okkara feløgum, ið ikki hava haft tær bestu umstøðurnar til felags aktivitet tey síðstu mongu árini.

 

At seta hølini í tann stand sum vit hugsað okkum, kemur at krevja nokko fitt. Nakað av hesum megna vit sjálvi, t.d. máling, uppruddan, túni skal gerast og okkurt timburarðbeið, men nakað má eisini gerast av serkønum.

Ætlanin er at søkja grunnar o.o. um stuðul og nevndin vónar, at onkur tykkara kanska tekur eina hond í soleiðis, at felagið framvegis verður rímuliga væl fyri, tá projekti er liðugt.

 

Vit hava havt eitt sera gott samskifti við Tórshavnar Kommunu og hevur Býararkitekturin lovað at hjálpt okkum við innrættingini.

 

Yvirordnað hava vit hugsað, at í sjálvari ne
ystagrundini, ið stendur beint við trappuna, deila vit neystarúmið í tvey ella trý rúm.

Í uttasta partinum, beint innanfyri neystahurðini, seta vit ein stóran sjónvarpsskerm upp, ið fer at vísa myndir/filmar frá ymiskum, sum hevur við okkara aktivitet at gera. Uttari partur av neystagrundini verður tí eitt alment rúm. Innari partur av nestagrundini verður avlæst, og um pláss er fyri tí, gjørt eitt brúsirúm og kompressararúm.

Miðhæddin verður innrættað sum felagshøli. Vit hava hugsað at tikið helvtina av loftinum niður, soleiðis at tað verður opið upp undir trórið. Á tí helvtini, ið er eftir av loftinum gera vit til hems.

Tað uttara neystið hava vit hugsað kann innrættast til ymiskt. Her kann partur av teknikki til eitt møguliga komandi akvarium standa, kajakkir fáa eisini innivist og vit hava hugsað, at eitt sett av barnadraktum, fytjur og maska til ein heilan skúlaflokk (20-25 næmingar í 7 til 10 flokk).

Hugskotið er at ítróttarlærarar kunnu sleppa oman í neystini at fáa eina øðrvísi uppliving við næmingum, har tey sleppa at snorkla og rógva kajakk á vánni.

Vit ynskja at hoyra hvat limir siga til hetta hugskotið, tí skulu øll, ið hava áhuga fyri felagnum vera hjartaliga vælkomin á fyrsta felagsfundin í fleiri ár.

 

Við fitjukvøðu

Nevndin í Tórshavnar Froskmannafelag