Felagið

Tórshavnar Froskmannafelag er stovnað 3. august í 1957, og er næstelsta kavarafelag í danska kongaríkinum.

Eftir Ólavsøku 1957 komu nakrir unglingar saman at stovna Tórshavnar Froskmannafelag. Nakrir av hesum garpum eru framvegis í dag virknir í felagnum.

Longu í 1950 fóru teir undir at fáast við kaving. Íblástur til hetta fingu teir frá øðrum góðum monnum, sum fingu við heta ítrott úti í heimi. Kavaradraktin var enn ikki uppfunnin, men at kava vildu hesir garpar, sjálvt um frambrotini innan hesa ítrottargrein fóru fram langt úti í heimi.

Tað byrjaði við at teir fóru at kava við snorkli á havnarvág eftir bildekkum fyri Tórshavnar havn. Um tað mundi vóru ikki so nógvir bilar í Føroyum, so tað var ikki so lætt at fáa fatur á gomlum dekkum at hanga niðurvið kaiini. Á henda hátt kundu kavarnir vinna sær nøkur oyru við at selja uppfiskaðu dekkini til Tórshavnar havn. Eisini fingur teir nøkur oyru fyri at taka upp trossar og annað, sum skipini høvdu mist.

Nøkur ár seinni fekk felagið eitt oxygenapparat frá Kjartani Mohr, táverandi stjóra á Skipasmiðjuni, sum hevði stóra virðing fyri hesum kavarum.

Tað fyrstu tíðina var bert kava niður á max. 12 metrar. Búnin var ullint klæði, svimjibuksir, maska og fitjur.Teir nýttu týskar tabellir at kava eftir, sum ikki vóru so strangar, sum tær donsku. Tá oxygenapparatið kom, gjørdist grundarlag fyri at stovna eitt froskmannafelag.

Dagurin 3. august 1957 gjørdist stovningardagurin. Fyrsta kassabókin hjá felagnum er til enn. Har ber til at síggja, at tað kostaði 2 kr. at gerast limur í felagnum

Seinni komu so luftfløskurnar. Stórar industrifløskur við luft vórðu keyptar úr Danmark og áfylling av luft í kavarafløskurnar fór fram við at man nýtti eina metodu, kallað partialtrýstsmetodan. Tá so industrifløskurnar vóru tómar, vóru tær sendar aftur til Danmarkar at fyllast. Tað kundi ganga rúm tíð áðrenn tær komu aftur, og kundi hetta kennast serliga leingi hjá teimum ídnu froskmonnunum. Tí sendið felagið eina umsókn til Føroya Landstýri um at fáa stuðul til at keypa ein Bauer luftkompressara. Hetta varð teimum játtað.