DiversNight 2017

Posted on

Leygarkvøldið skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri felags tiltaki, har endamálið er at fáa so nógvarar kavarar kring heimin í sjógvin um somu tíð.

Hetta er eitt afturvedandi tiltak, sum er hvørt ár og har kavarar úr 22 londum kring heimin eru við. Froskmannafelagið hevur skipað fyri Diversnight í nógv ár og onkuntíð hava tað verið einir 20 kavarar við. Men allir kavarar eru vælkomnir, tí hetta er ikki eitt tiltak fyri limirnar í Tórshavnar Froskmannafelag burtur av.

Felagið sigur, at hetta kvølldið finna tey eitt stað at kava, sum er lætt atkomuligt og leygarkvøldið fara tey at kava í Hoyvík.

Endamálið við tiltakinum er líka nógv sosial samvera, sum at kava, so tey hava útvegað sær ein heitan pott at hugna sær í, tá ið liðugt er at kava.

Kelda: http://www.in.fo/news-detail/foeroyar-eru-vid-saman-vid-21-oedrum-londum/