DiversNight 2017

Posted on

Leygarkvøldið skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri felags tiltaki, har endamálið er at fáa so nógvarar kavarar kring heimin í sjógvin um somu tíð. Hetta er eitt afturvedandi tiltak, sum er hvørt ár og har kavarar úr 22 londum kring heimin eru við. Froskmannafelagið hevur skipað fyri Diversnight í nógv ár og onkuntíð hava tað verið einir […]

World Oceans Day

Posted on

World Ocean Day. Vit hava í Føroyum ein fantastiskan heim undir vatnskorpuni. Hesin heimur er so gott sum órørdur og heilt vit kenna nokk øll myndirnar frá Inga Sørensen sum vísa hvussu vakur hesin heimur er. Latið okkum varveita tað soleiðis so vit í framtíðini enn hava ein so vakran heim rundan um okkum. Endamálið […]

Ársaðalfundur

Posted on

Ársaðalfundur hjá Tórshavnar Froskmannafelag Ársaðalfundur felagsins verður á Sjósavninum, 8. septembur kl. 20:00. Mál, í skulu takast upp, skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn aðalfundin Ársaðalfundurin verður hildin við hesi dagsskrá: 1. Val av orðstýrara og fundarskrivara. 2. Ársfrágreiðing formansins. 3. Framløga av granskoðaðum roknskapi til góðkenningar. 4. Val av nevndarlimum og […]

Felagsfundur 29/6 kl. 19 úti á Bakka

Posted on

Góðu limir og komandi limir   Vit hava seinastu tíðina arbeitt við at fáa felagshølið til okkara virksemið. Tað er nú blivið til veruleika. Í hesum sambandið vilja vit bjóða øllum limun  og áhugaðum til ein felagsfund í nýggju hølunum Úti á Bakka. Ætlanin er at fáa input frá limum og fólki í møta upp. […]

Froskmannafelagið og Kajakfelagið fingið innivist

Posted on

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum innivist í kommunalu neystunum undir Bakka – Tað er gleðiligt, at vit í býráðnum í kvøld hava samtykt at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum tak yvir høvdið í kommunalu neystunum undir Bakka út ímóti Tinganesi, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Nú er […]

Familjutúrur við Norðlýsinum

Posted on 1 Comment

Skipa verður fyri einum felagstúrið við Norðlýsinum 26/6-2016. Vit vita ikki heilt enn hvar vit fara, men Hestoyggjin og klamintsgjógv verður kanska ein partur av túrinum. Planurin er at taka Njørð við. Pláss er fyri 50 fólkum, so tað er først til mølle. Tekni tykkum við at senda ein mail til kaving@kaving.fo

Tunnusláttur á sjónum

Posted on

Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri ókeypis almennan tunnuslátturi á sjónum. Staðið er sum vant niðri í Vágsbotni úti við Kaffihúsið Tilakið startar leygardagin 6/2-2016, kl. 14:00. Komið í góðari tíð. Undanfarin ár hevur tiltakið fingið góða undirtøku. Tórshavnar Sløkkilið kemur við kranabili at heingja tunnuna í. Vælkomin.