“Njørður”

Allir spurningar viðv. lán av bátinum verða avgreiddir av bátarøklinum Benjamin David Holloway, tlf. 288990.

Reglugerðin er longri niðri á síðuni!

FAKTA UM BÁTIN

Eigari: Tórshavnar FroskmannafelagNavn: Njørður TN

Slag: PolarCirkel 20` OB1

Byggistaður: MO I RANA í Norra

Byggiár: 2002

Byggitilfar: High dencity polyetylen

Longd: 6 m

Breidd: 2,40 m

Vekt: 625 kg (uttan motorar)

Mesta last: 1250 kg

Góðkendur til: 12 persónar

Mynduleiki: Det Norske Veritas

Motorar: 2X60 h/k Yamaha frá 2004 (Ca. 100 kg pr. stk.)

Útgerð: GPS Furuno, Ekkolod Furuno, 2 X VHF


Reglugerð
fyri bátin hjá felagnum

Reglugerð fyri bátin hjá felagnum

  1. Bert limir felagsins, yvir 18 ár,  mugu lána/sigla bátin.
  2. Farast skal væl um bátin og motorarnar. Tann, ið lænir bátin, skal hava fingið loyvið/undirvísing í at brúka bátin. Hetta kann gerðast við at venda sær til bátarøkilin. Síðani skal viðkomandi hava goldið depositum
    áljóðandi 1000,00 kr. á kontoina ”Njørður”, í EIK , áðrenn farið verður avstað við bátinum. Tann ið lænir bátin stendur til svars yvirfyri bátarøklinum/nevndini og hevur ábyrgdina í allar mátar. Depositumið skal standa á kontoini í minst eitt ár.
  3. Lyklarnar til bátin kunnu lænast frá bátarøkilinum, og skal hann hava lyklarnar aftur beinanvegin komið er aftur til lands, saman við kjekklistanum sum varð útflýggjaður saman við lyklunum. Bátarøkilin syrgir fyri at olja er á motorunum o.s.fr. og hann kannar bátin, skjótast gjørligt, eftir at komið er til lands, um báturin er í sama standið sum áðrenn. Undir serligum umstøðum, td. um bátarøkilin ikki er tøkur, kann ein venda sær til nevndina fyri at lána bátin, men fyrst og fremst er tað bátarøkilin ið hevur leigu og lán av bátinum um hendi.
  4. Tá ið báturin er í nýtslu skal fylgjandi verða í bátinum: Varp við enda, Eldslókkjari, Neyðrakettir og
    annað í gula (cylindara) kassanum, VHF sendari, og streymkort. Tá kava verður skal umframt hetta, eisini OXY-boksin verða í bátinum og kavara-flaggið verða ”vundið á stong”, meðan kavararnir eru útí.
    Bátaførari og onnur, ið ikki eru í kavaradrakt ella flótidrakt, skulu nýta bjargingarvest.
  5. Nýtslugjald fyri lán av bátinum er 300 kr fyri túrar, sum ikki verða lýstir sum felagskav. Boðast skal til felagskav í seinasta lagið dagin fyri, tó í síðsta lagið 12 tímar áðrenn fráferð. Pengarnir skulu flytast á kontoina ”Njørður”, í EIK , áðrenn farið verður avstað við bátinum.
  6. Tey ið nýta bátin rinda sjálvsagt fyri bensinið (hetta er galdandi fyri bæði privatar- og felagstúrar). Felagið rindar bert fyri bensin til felagstúrar, sum nevndin lýsir fyri limirnar. Eftir túrin skullu tangarnir fyllast! Motorarnir nýta óblanda bensin!
  7. Aftaná sigling skulu tangarnir, eldsløkkjarin, neyðrakettirnar, OXY-boksin, GPS/Ekkolodd’s tólið takast úr bátinum, og báturin skolast væl.  GPS/ekkoloddi og VHF sendarin, skulu leggjast í tað svørtu boksina. Er báturin tikin úr garaguni, skal hann setast aftur, uttan so at onnur avtala er gjørd.
  8. Motorarnir skulu trimmast niður, eftir at báturin er settur í garaguna. Liggur hann á sjónum, skulu motorarnir leggjast í stýriborð og trimmast upp (Tó uttan so at hetta í serligum føri gerð skaða uppá motorarnar.) Koyrikort (BE) til stóran viðfestisvogn, krevst til flutning av bátavogninum.
  9. Vognurin skal ikki standa við spentari bremsu í garaguni. Klossar ella tílíkt skulu leggjast undir hjólini, so hann ikki fer á rull.
  10. Tá báturin verður settur aftur í garaguna skulu motorarnir skolast út.
  11. Báturin kann leigast út við skipara, til flutning av kavarum/ferðafólki. Kostnaðurin er kr. 1.500,- pr. dag/túr + bensin.
  12. Báturin má ikki nýtast til at reka / ferma grind við. Báturin eigur heldur ikki at nýtast til aðra veiðu, við sølu fyri eyga.
  13. Skaðar á bátin, motorarnar ella bátavognin skulu fráboðast bátarøklinum, so skaðafráboðan kann sendast tryggingini beinanvegin.
  14. Kemur skaði á bátin, ella tað ið har til hoyrir, missur tann ið hevur ábyrgdina sítt depositum og má gjalda inn av nýggjum áðrenn hann/hon fær loyvið til at nýta bátin aftur.
  15. Brot á reglugerðina, manglandi kjekklisti, grovt ósketni ella skilaleys nýtsla av bátinum kann føra til nýtslubann fyri viðkomandi persón.
Tórshavn 11. juli 2010

Tórshavnar Froskmannafelag