Ruddingardagur

Title: Ruddingardagur
Description: Leygardagin 5. mai er ruddingardagur í Tórshavnar kommunu. Tórshavnar Froskmannafelag hevur fingi havnarumráði at rudda sí http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1164.
Møtast í Vágsbotni kl. 14.00.
Vinarliga Nevndin
Date: 2012-05-04

Felagskav út á Flesjarnar

Title: Felagskav út á Flesjarnar
Description: Felagskav fyri limir felagsins verður í morgin 25.03.12
Møta úti í bátahylinum á Argjum, kl. 09.00, har farið verður við Njørði út á Flesjarnar.
Møguliga gera vit tvey kav, so taki tvær ella fleiri fløskur við.
Benjamin 230132
Niklas 509052
Date: 2012-03-24

Svimjihøllin

Boð eru komin frá svimjihøllini um at tey krevja at útgerðin, sum verður brúkt í hylinum, er rein. Tvs. gullrein. Áheitanin er so mikið álvarslig, at kemur tað fyri aftur, at útgerð ikki er rein, tá hon verður brúkt í hylinum, verða vit blakaði út úr høllini og missa harvið møguleikan at hugna okkum har mikukvøld í vetrarhálvuni.

So heitt verður á allar limirnar um at ansa serliga væl eftir at útgerðin, sum verður tikin við inn í høllina, er eyka væl skolað og eftirhugd, at ikki tari og annað úr sjónum er á útgerðini.

Nevndin.

Felagskav

Title: Felagskav
Description: Felagskav í Funningi í morgin
Møta við lendingina í Funningi kl. 13.
Eitt Franskt skip (Lugger) fór á land í Funningi 30. apríl í 1870. Stuttligt hevði verið um nakað var at finna frá tí skipinum.
Veðrið burdið verið hampuligt í Funningi sambært: http://www.yr.no/sted/​Færøyene/Eysturoy/Funningur/

Benjamin 230132
Niklas 509052
Date: 2012-03-03

Frá Fiskaaling við Áir.

Title: Frá Fiskaaling við Áir.
Description: Vit á Fiskaaling eru í gongd við eina verkætlan har vit hava brúk fyri nógvum rognkelsum. Tað hevði verið funnin fressur hjá okkum at fingið fatur á fleiri rognaklumpum soleiðis at vit kunnu klekja yngul. Eisini eru vit áhugað í siljafiskinum, ið verjir rognini. Fyri livandi rogn og evt siljafisk lata vit 5000kr í “finningarløn”.

Eru onkrir spurningar kunnu tit altíð ringja ella maila til mín.

Blíðar heilsur:

Regin Arge, researcher
Phone: +298 214799
E-mail: regin@fiskaaling.fo
Date: 2012-03-03

´´´

Til allar limirnar í Tórshavnar Froskmannafelagi.

Felagið hevur fingið eina nýggja sms skipan. Og í tí sambandi hava vit brúk fyri at fáa fartelefon nummur hjá øllum limunum. Vinarliga send ein t-post til nrj@tpost.fo.

Takk fyri!
Kassameistarin

Date: 2012-02-17

Tunnusláttur á sjónum

Eins og undanfarin ár verður skipa fyri tunnusláttri á sjónum.  Hetta er eitt afturvendandi tiltak, hjá Tórshavnar Froskmannafelag, elsta kavarafelag í landinum. Hettar tiltakið hevur fingið góða undirtøku frá limunum og fólkið annars.

Aftur í ár sláa vit tunnuna niður í Vágsbotni, har sum Norðlýsið liggur. Tórshavnar Sløkkilið stuðlar við kranabili til at hanga tunnuna í. Tað eru vit takksom fyri.

Vit vóna at síggja nógv fólk í Vágsbotni leygardagin kl. 14:00, tá kvinnur og menn í kavarabúna leypa á sjógv. Ongi gevst fyrr enn síðsta træsprekið er fingið niður og Kongafiskurin er funnin. Aftaná bjóðar Tórshavnar Froskmannafelag bollar og heitt kakao.

ØLL eru vælkomin at luttaka ella hyggja at!

Ikki er neyðugt at vera limur í Tórshavnar Froskmannafelag fyri at vera við, men øll ið hava eina turr ella vátdrakt eru hjartaliga vælkomin.

Tá tunnan er fingin niður og áskoðarar og luttakarar hava fingið hitan aftur, er ætlanin at skipa fyri einum felagskavið. Hvar, ið farið verður, verður avgjørt á staðnum. Njørður liggur klárur.

Kl. 20.00 um kvøldið verður tunnusláing og veitsla fyri limum felagsins. Hetta fer fram í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelagi í Vágsbotni. Stuttligt hevði verði at samla felagi til hugna og prát um gamla dagar.

Tað er ikki eitt krav at tekna seg, men tað hevði lætta um hjá teimum sum skula fyrireika veitsluna so vinarligast send ein t-post til winthersara@hotmail.com ella ingibjoergk@yahoo.dk, ella send eitt sms til tlf.: 224950.

Við froskmannakvøðu

Nevndin í Tórshavnar Froskmannafelag

Eingin svimjing

Svimjihøllin er stongd frá 28. november til og við 26. desember 2011, meðan ventilatiónin í høllini verður skift, og annað umvælingararbeiði verður gjørt.

Vit í Tórshavnar Froskmannafelag byrja aftur mikudagin 28. desember 2011.

Nevndin

Diversnight 3. November 2011

Kavað verður í Kalbaksfirði eins og vit hava gjørt tey seinastu tvey árini. Vit møtast við lendingina inni í Kalbaksbotni kl. 19:00. Síðani skulu øll skrásetast og verða komin undir kav í seinasta lagi kl. 20:11.

Møguleiki er at taka skrásetingarskjal niður her og fylla tað út áðrenn farið verður heimaífrá. Tað hevði lætt nógv um hjá okkum.

Eftir kavið møtast við á Sjóðsavni Føroya, har vit fáa tiltiknu suppuna frá Hallur, kaku og okkurt gott at drekka.

Øll eru vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Møguleiki er at tekna seg sum lim í froskmannafelagnum á staðnum.
Komið við og fái eitt hugnaligt kvøld saman við felagnum.

Um nøkur ivamál eru, kunnu tit seta tykkum í samband við:
Sáru Midjord tlf. 224950
Niklas R. Jacobsen tlf. 509052

Diversnight

Diversnight 2011

Hósdagin 3. Novembur 2011, verður enn ein roynd gjørd í at seta heimsmet í náttarkaving.

Hetta verður 7. ári á rað at henda royndin verður framd. Kvøldarkav (vanliga nevnd náttarkav) verða kring allan heimin í 25 ymiskum londum. Umleið 3000 kavarar fara væntandi undir kav kl. 20:11 hóskvøldið 3. nov. 2011.

Tone Svee Dahl (31 ár) úr Fredrikstad í Norrra er stigtakari til royndina eftir heimsmetinum. Hon samskipar royndina hjá teimum ymsu lokalu fyriskiparunum, til hetta serliga tiltakið, sum kring heimin verður rópt “Diver’s Night”.

Endamálið við Diver’s Night er at vísa á kavara ítróttina, at savna kavarar og kavarafeløg kring allan heimin og at vísa hvussu spennandi og avbjóðandi hendan ítróttin er; allar árstíðir, allar tíðir á degnum!

Diver’s Night byrjaði í 2005, tá eitt landsumfatandi náttarkav varð fyriskipað í Norra. 351 kavarar kavaðu samstundis runt alt Norra. Í 2006 øktist luttakaratalið til 898, við luttakandi kavarum úr Norra, Svøríki og Danmark á 93 ymsum støðum. Í 2007 varð náttarkavið hildið í Norra, Svøríki, Danmark, Estlandi, Íslandi og Svaldbard, við tilsamans 1895 kavarum í sjónum á 138 ymsum støðum.

Hetta er so fjóra árið at vit í Føroyum luttaka, og er tað Tórshavnar Froskmannafelag, næstelsta froskmannafelag í norðanlondum, ið skipar fyri. Tiltakið er ókeypis og limaskapur er als eingin treyt fyri at luttaka, bert ein hevur hóskandi kavaraprógv og útgerð. Vit vóna at síggja kavarar úr øllum landinum.

Kavað verður í Kalbaksfyri eins og vit hava gjørt tey seinastu 2 árini. Møtt verður kl. 19:00, tí øll skulu skrásetast og verða komin undur kav kl. 20:11. Eisini er møguleiki at taka skrásetingarskjal niður frá heimasíðuni hjá Tórshavnar Froskmannafelag og fylla tað út áðrenn.

Sum siður er í sambandi við “DiversNight”, eru øll sum luttaka og hjálpa til, á sjógvi og landi, við í luttakasti um fleiri góðar vinningar!

Eftir kavið verður okkurt heitt at eta og drekka.  Møguleiki verður eisini hjá nýggjum limum at tekna seg.

Meir fæst at vita um tiltakið á www.diversnight.com ella seta seg í samband við nevnd felagsins.

WP SlimStat